Kafe Muh Muh

Projektir

kekkur+til+barnaheimid.jpg

Herfyri vóru vit í Tórshavn og handaðu ein gávukekk til Barnaheimið.

Hetta hugskotið, við gávuni til Barnaheimið, byrjaði fyrst í desember, tá ein kvinna úr Suðuroy ringdi og spurdi okkum, um vit vildu verða ein partur av einum lutaseðli, sjálvandi søgdu vit ja til tað.

Vit høvdu annars ikki planir um, at gera nakað tiltak hesi jólini, men so bleiv ikki.

Vit høvdu tveir vinningar frá einum gomlum lutaseðli, sum ikki vórðu avheintaðir, og tí kundu vit leggja hesar vinningarnir afturat hesum lutaseðili.

Vit ringdu til fyritøkur og seldu teimum lutaseðlar, og tað má eg siga, at blíðari fyritøkur finnur man ikki arðastani enn í Føroyum.

Vit spurdu eisini fólk ymsastaðni í landinum um, at selja lutaseðlanar fyri okkum, og tað gekk avbera væl.

Vit hava fyrr givið jólagávur til børnini á Barnaheiminum, men hesaferð gjørdu vit tað eitt sindur ørvísið.

Vit tosaðu við leiðsluna á Barnaheiminum um, hvat børnini ynsktu sær í jólagávu og skjótt bleiv greitt, at tey ynsktu sær eina uppliving.

Børnini á Barnaheiminum hava fyrr verið í Suðuroy á eini útferð og hetta dámdu øllum sera væl. Tí settu vit okkum í samband við Rib62, og tað gekk skjótt at stykkja eina útferð saman til tey.

Børnini á Barnaheiminum fara í summar á eina útferð út í Koltur, har undirhald og sangur verður ein partur av skránnið. Tá tey koma inn aftur á meginlandið, verður borðreitt við burgarum og pilsum, sum er stuðla av PM heilsølu. Eisini verður møguleiki hjá børnunum at fara í sauna og hitapottar.

Túrurin varar einar 7 tímar, og tað er vælumtókta fyritøkan Rib62, sum stendur fyri degnum.

Vit høvdu eisini eitt tombola í desember og ein lítlan lutaseðil í Á-handlinum í Skopun, sum eyðnaðist sera væl.

Nakað av peninginum bleiv brúkt til útferðina og restin bleiv brúkt til at keypa jólagávur til børn, hvørs foreldur eru fíggjarliga skerd og tískil ikki hava so góð ráð til jólagávur.

Eisini góvu vit nøkur gávukort til foreldruni at hesum børnum, so tey kundu keypa ein orduligan jóladøgurða og á henda hátt, kundu vit tryggja okkum, at eingin sat svangur á jólum.

Vit keyptu gávur til áleið 30 børn.

Vit fingu uml. 25.000kr inn fyri tiltakið og vit eru sera takksom fyri vælvildina frá Føroya fólki og Føroyskum fyritøkum.

Vit mugu eisini leggja afturat, at uttan vælvild frá fyritøkum ss. Kósin, Valdemar Lützen, EINFALT list, FíL, byolafsdottir, husogheim.fo, PM, PE á hálsi, Camp SkopunHagen á G!, NN-Service, BR, Klovnurin BUBU, Føroya Grótvirki, Súkluhandilin í Klaksvík, Kafé Breiðateig, A-handilin á Sandoynni og sjálvandi Rib62 hevði hetta ikki verði møguligt.

Stóra takk fyri stuðulin til tykkum øll og Harrans signað nýggjár.


Barna- og familjudagurin sum fyrstuferð av í 2016 er eitt afturvendandi tiltak.

10. Juni 2017 var aftur eina barna- og familjudagur í Skopun.

Vit høvdu sjálvandi lært av tiltakinum í 2016 og eitt sum vit mettu at vit máttu vera betur til tað var at biða um hjálp til sjálvt tiltaki so at Irdi, Sandra, Jóna og tey sum standa hesum trimum eisini kundu nyta dagin. Tí valdu vit at biða ein HF skúlaflokk koma suður at hjálpa okkum og teirra arbeiði lá ikki eftur tá dagurin var at enda komin.

Eisini vóru Irdi og Jóna allatíðina noyddar at minnast til at taka myndir tá tiltakið var í 2016 men hetta funnu vit eina góða loysn uppá. Myndamaðurin Petur Poulsen í er nærmasti granni hjá Jónu tók hesa uppgávu uppá seg og tað kunna tit síggja á myndunum undir greinini.

Veðrið var ikki orduliga við okkum hesaferð men av tí, at vit sum so ikki høvdu planlagt nakran aktivitet inni í samljóð so var gamaní at flyta aktivitetinar inn.

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopunar kommunu setti dagin fyri okkum og síðani var tað fari at spæla.

Líka sum undanfarna ár bjóðaðu vit skótum úr Tórshavn, Vága skot við bogaskjóting, Team Sandoy við Dart og B71 at spæla bólt, at verða við og geva gestunum eitt gott og stuttligt upplivilsi. Eisini høvdu vit nøkur fitt ross á vitjan og tey vóru væl vitjaði hóast veðrið ikki var av tí besta. Men tá man hevur tað stuttligt so merkir man ikki regni og vindin so væl.

Planuri var at hava eina framvísing av einum bjargingarbáta, har nakrir mans skuldu fara á sjógv og venda bjargingarbátinum. Men soleiðis var ikki. Veðrið var ikki tilvildar og tí máttu vit avlýsa hetta. Tó komu baði ambulansin og barndbilurin hjá Skopunar sløkkiligið og tað dámbu børnunum væl.

Tað merktiskt ikki at vit høvdu flutt kappinginar inn tí baði børnini og foreldruni vóru glaå tá tey fingu medaljunar um hálsin. Team Sandoy var í sínum nýggju hølum nyrri á ídnavarøkinum sum er góðar 4 min til gongu frá Samljóð har tiltakið var hildi. So vit eggjaðu øllum at vitja allar aktivitinar, tí vit høvdu kappingar í øllum ítróttargreinunum sum lutógu í tiltakinum.  

Vit høvdu 4-hjularir koyrandi aftanfyri campingøkið og var hetta vælumtókt. Tað kostaði 50 kr. at sleppa og koyra ein túr.

Her handa vit kekkin til Frelsunar herin og Martin Kúrberg. Martin Heldur einari Gulari B71 blusu.

Mynd: ókendur

Peningurin sum kom inn fyri tiltakið góu vit til viðgerðarheimið Frælsi á Eiði. Hetta er eitt projekt sum okkara væl kendi og  fyrrverandi ungdómsvenjari hja B71 Martin Kúrberg rekur. Vit vilja hjálpa ungdóminum at uppliva naka nytt og fáa erfaringar uttan rúsevnir. Ungdómurin er okkara framtid og vit skulu hjálpa teimum, eisini um tey eru komin illa fyri og hava tiki skeivar avgerðir.

Les greining á in.fo við at frysta á leinkjuna: Gáva til viðgerðarheimið Frælsi á Eiðis


Barna- og familjudagur 2016 í Skopun

13151988_606209622877726_145722871213403994_n.jpg

Barna- og familjudagur í Skopun

Vit í Rejoice Together vildu við hesum tiltaki geva aftur til okkara sutðlar og til samfelagið í verðuliga hevur staði aftanfyri okkum líka stuðla okkum heilt frá byrjan av.

Tað skuldi verða ein dagur har ein kundi royna ymiskt, sum annars ikki var at royna á oynni til dagligt. Hetta skuldi vera ein dagur har børnini vóru í fokus og ein springfjøl til at hjálpa foreldrum at spæla saman við síni børn.
Vit eggjaðu øllum til at vera 100% fokusera á tað tey gjørdu og lata telefoninar liggja eftur heima.

Vit settu okkum ísamband við eitt skótalið út Tórshavn og bóðu tey koma suður at vísa og læra børnini og foreldruni um hvat tað er at verða skóti.
Skótanir heldu til uttanfyri samljóð á eini græsfløtu. Har settu tey upp telt og gjørdu bál saman við gestunum.

Um sama mundi í 2016 var nógv fokur á dart í Sandoynni. Hetta tí at Team Sandoy sum er dartfelag í oynni var nýðstovna og sjálvandi bjóðaði vit teimum við. Her var meiningin at hvís og læra børn og foreldur um dart og hvussu stuttligt tað kann vera. Vit vildu eisini hava okkurt til ØLL børn og foreldur óðansað hvussu fysiski ella psykiski formurin á viðkomandi var. 
Team sandoy var inni í Samljóð og var væl vitja.

Esini fingu vit eitt felag úr vágum at koma og læra okkum um BOWLS. Hetta er eitt slag av boccha og tað skal sigast at hetta eyðnaist sera væl.
Líka sum Team Sandoy var Bowls inni í samljóð og hetta var eisini væl vitja.

Sum naka serligt spurdi vit eisini fjallaklintrarar úr miðinøkinum um at koma suður og geva øllum eitt serstakt upplivilsi við klintring. Fleirin at fjallaklintrarunum eru við í einum bjargingarfelað í assisterar bráðfeingistænastuna tá tað er brúk fyri tí. Hetta hildu børnini verða sera spennandi og fleiri spurdu eisini um man kundi melda seg til eina slíka hjálpartænastu.
Um man vildi royna seg sum klintrara, skuldi man ganga einar 5min oman ímóti tyrlupallinum. Her hvødu klintrarnir etablera seg og við hjálp frá nøkrum ungum strekum Sandoyingum fingu øll  sum viljdu  møðuleika at royna seg sum klintrara.

Vit vildu kveikja áhuga fyri onkrum nyggjum og tí spurdu vit eisini Vágaskot sum er bogaskjóting felag í vágum um at koma suður og vísa og læra okkara gestur um hesa ítróttargreinina. Vágaskot hevði úr at gera við at vísa og læra gestinar um bogaskóting.

Dagurin bjóðaði eisini uppá annað enn Dart, Klintring, Bowls, Bogaskjóting og Skótalív.
Vit høvdu gjørt styltir sum man kundi ganga á, vit hoppaðu band og lastik. Vit kritaðu vegin og lakkaðu. Vit sparkaðu fótbólt á fifa vøllinum og straffikapping.

Vit gjørdu fleiri kappingar har man kundi vinna medaljur og tað var væl umtókt.

In.fo skrivar soleiðis um Barna- og familjudagin í Skopun 21. mai 2016

 

 


Kafe muh muh stuðlaði á jólum 2015: Børn við ymsum útfordringum í dagligdegnum

Her eru nakrar av jólagávunum til børnini hjá Beranum.  Mynd: Jóna Nicolajsen

Her eru nakrar av jólagávunum til børnini hjá Beranum.

Mynd: Jóna Nicolajsen

Á jólum 2015 høvdu vit eina stuðulskonsert í Samljóð í Skopun til frama fyri projektinum vit valdu at nevna "hjálp einum barni á Jólum".

Vit vildu hjálpa børnum og tí ringdu vit til MBF og spurdu tey hvønn tey mettu hava brúk fyri hjálp. Tað endaði so við at vit hjálptu børnum við Autismu og hjartabrekið, børn í Beranum, børn á Kvinnuheiminum, børn á Barnaheiminum og børn í KRIS.

Vit gjørdu tað soleiðis at vit keyptu teldlar til børnini við Autismu. Hetta tí at fleiri børn við autismu ikki kunna tosa og hetta sóu vit sum ein møðuleika at hjálpa við. Tað er nú einaferð soleiðis at tað eru nógvar Appir á ørðum málum men eitt føroyskt barn skal jú tosa føroyskt og ikki eitt annað mál. Vit vistu um fleiri familjur í ikki hvødu ráð at keypa Apping og eiheldur teldilin og tí gjørdu vit av at fáa hetta til vega.

Við hjálp frá hinum felagskapunum fingu børnini í teimum ávísu felagsskapunum eina jólagávu sum tey hvødu ynskt sær. 

Vit vóru baði í Linduni og í útvarpinum og tosaðu um projekti og tað má sigast at tað gekk avbera væl.

Lurta eftur samrøðuni í Útvarp Føroya her.

Vit høvdu fingi tónleikarir úr nærum øllum landinum. Evi Tausen, Jesn Marni Hansen, Frígerð Kjærbo, Fríðbjørg Jensen og Jórun Pólsdóttir. Eisini hvødu vit nógvar lokalar kreftir í stóu fyri ljóðførnunu, Jógvan Lamhauge og Gerhard Lognberg (Borgarstjóri) á harmoniku, Benjamin Leo á bass, Bjartur Leo á guitar og sum naka heils serligt Herman Hermansen á stealguitar.

Hetta er lutaseðilin vit seldu til frama fyri "hjálp einum barni á jólum" projekti.

Vit seldu ein skava og vinn seðil kring alt landi og so høvdu vit eisini eitt tombola henda dagin 12. des. 2015 tá stuðulstiltaki var hildi.

Eisini fingu vit dyggan stuðul frá fótbóltsleikarum á Føroyska A-landsliginum hjá monnum.

Vit hjálptu 94 Føroyskum børnum við hesum projektinum.

Myndir frá tiltakinum:


á Jólum 2014, stuðlai kafe muh muh Hjálpar grunninum hjá Krabbameinsfelagnum

Á jólum 2014 samlaðu vit pengar inn til hjáplargrunnin hjá krabbameinsfelagnum.

Vit gjørdu nógv burturur vit at fáa eina konsert við Kristinu Bærentsen og Hallur Joensen í Lonini í Skopun.

Eisini høvdu vit ein skava og vinn seðil sum vit seldu runt alt Føroya land. Hetta bleiv eitt stuttligt tiltak og sera væl stuðla av ymsum fyritøkum.

Vit handaði gávukekkin áljóandi 51.326,52 kr. til Beintu Højsted av Sandi, sum er forkvinna í undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Les grein frá Krabbameinsfelagnum her

Stuðlanir til hesa innsavnanina:

Eik Banki, Tryggingarfelagið Føroyar, UNO i Tórshavn, teoriroynd frá Benny Ejdesgaard koyrilærara., súkluhandlinum í Klaksvik, Lakeside, Summarfestivalurin, Bank Nordic, Faro Print, Guðrun og Guðrun, Hotel Hafnia, Hvonn, Damfar, Vípan í Klaksvík, Hjá Sannu, Thomas Dam á Hálsi, Atlantis bio í Klaksvík, Summardáin, AD-import, Skilling, Tidy car, Balslev, Matas, Tavan í Leirvík, Dekksølan, Kemilux, IDE møbler, Bátatænastan, Nordlandahúsið, Norðfra, Sjógati, Føroya Tele.

Myndir frá tiltakinum:

Frá vinstru: Beinta Højsted, Jóna Nicolajsen, Kathrina í Býrgi Nicolajsen (Sála) og Irdi Mittelstein.  Myndin er tikin í heiminum hjá Jónu Nicolajsen millum jól ig nýggjár í 2014.

Frá vinstru: Beinta Højsted, Jóna Nicolajsen, Kathrina í Býrgi Nicolajsen (Sála) og Irdi Mittelstein.

Myndin er tikin í heiminum hjá Jónu Nicolajsen millum jól ig nýggjár í 2014.


Kafe muh muh stuðlaði í 2014: Håb for alle í Danmark

Líka síðanu vit byrjaðu vit Kafe MUH MUH ella Rejoice Rejoice Together hava vit haft samstarv við Håb for Alle í Danmark.

Håb for Alle var við  at leggja lunnar undir Rejoice Together.

í 2013 var Eg (Jóna Nicolajsen) í Israle saman við Lenu Løbner sum er forkvinna í vælgerandi felagsskapinum Håb for Alle.

Vit vitjaðu eitt barna hospice, eitt sjúkrahús fyri krabbameint børn frá øllum miðeystri og í einum barnaheimið.

Tí valdu vit at stuðla Håb for Alle so tey kundu hjálpa teimum børnunum í Ísrael sum eg møtti har.

Vit sendu 32.000 kr. til Ísrael á summari 2014.

Bíløtini undir skrivinum eru frá Ísrael í 2013.

--Vær med til vores næste kafe muh muh event --


-- klik for at se billeder--