Herfyri vóru vit í Tórshavn og handaðu ein gávukekk til Barnaheimið.  Hetta hugskotið, við gávuni til Barnaheimið, byrjaði fyrst í desember, tá ein kvinna úr Suðuroy ringdi og spurdi okkum, um vit vildu verða ein partur av einum lutaseðli, sjálvandi søgdu vit ja til tað.  Vit høvdu annars ikki planir um, at gera nakað tiltak hesi jólini, men so bleiv ikki.  Vit høvdu tveir vinningar frá einum gomlum lutaseðli, sum ikki vórðu avheintaðir, og tí kundu vit leggja hesar vinningarnir afturat hesum lutaseðili.  Vit ringdu til fyritøkur og seldu teimum lutaseðlar, og tað má eg siga, at blíðari fyritøkur finnur man ikki arðastani enn í Føroyum.  Vit spurdu eisini fólk ymsastaðni í landinum um, at selja lutaseðlanar fyri okkum, og tað gekk avbera væl.  Vit hava fyrr givið jólagávur til børnini á Barnaheiminum, men hesaferð gjørdu vit tað eitt sindur ørvísið.  Vit tosaðu við leiðsluna á Barnaheiminum um, hvat børnini ynsktu sær í jólagávu og skjótt bleiv greitt, at tey ynsktu sær eina uppliving.  Børnini á Barnaheiminum hava fyrr verið í Suðuroy á eini útferð og hetta dámdu øllum sera væl. Tí settu vit okkum í samband við Rib62, og tað gekk skjótt at stykkja eina útferð saman til tey.  Børnini á Barnaheiminum fara í summar á eina útferð út í Koltur, har undirhald og sangur verður ein partur av skránnið. Tá tey koma inn aftur á meginlandið, verður borðreitt við burgarum og pilsum, sum er stuðla av PM heilsølu. Eisini verður møguleiki hjá børnunum at fara í sauna og hitapottar.  Túrurin varar einar 7 tímar, og tað er vælumtókta fyritøkan Rib62, sum stendur fyri degnum.  Vit høvdu eisini eitt tombola í desember og ein lítlan lutaseðil í Á-handlinum í Skopun, sum eyðnaðist sera væl.  Nakað av peninginum bleiv brúkt til útferðina og restin bleiv brúkt til at keypa jólagávur til børn, hvørs foreldur eru fíggjarliga skerd og tískil ikki hava so góð ráð til jólagávur.  Eisini góvu vit nøkur gávukort til foreldruni at hesum børnum, so tey kundu keypa ein orduligan jóladøgurða og á henda hátt, kundu vit tryggja okkum, at eingin sat svangur á jólum.  Vit keyptu gávur til áleið 30 børn.  Vit fingu uml. 25.000kr inn fyri tiltakið og vit eru sera takksom fyri vælvildina frá Føroya fólki og Føroyskum fyritøkum.  Vit mugu eisini leggja afturat, at uttan vælvild frá fyritøkum ss. Kósin, Valdemar Lützen, EINFALT list, FíL, byolafsdottir, husogheim.fo, PM, PE á hálsi, Camp SkopunHagen á G!, NN-Service, BR, Klovnurin BUBU, Føroya Grótvirki, Súkluhandilin í Klaksvík, Kafé Breiðateig, A-handilin á Sandoynni og sjálvandi Rib62 hevði hetta ikki verði møguligt.  Stóra takk fyri stuðulin til tykkum øll og Harrans signað nýggjár.

Herfyri vóru vit í Tórshavn og handaðu ein gávukekk til Barnaheimið.

Hetta hugskotið, við gávuni til Barnaheimið, byrjaði fyrst í desember, tá ein kvinna úr Suðuroy ringdi og spurdi okkum, um vit vildu verða ein partur av einum lutaseðli, sjálvandi søgdu vit ja til tað.

Vit høvdu annars ikki planir um, at gera nakað tiltak hesi jólini, men so bleiv ikki.

Vit høvdu tveir vinningar frá einum gomlum lutaseðli, sum ikki vórðu avheintaðir, og tí kundu vit leggja hesar vinningarnir afturat hesum lutaseðili.

Vit ringdu til fyritøkur og seldu teimum lutaseðlar, og tað má eg siga, at blíðari fyritøkur finnur man ikki arðastani enn í Føroyum.

Vit spurdu eisini fólk ymsastaðni í landinum um, at selja lutaseðlanar fyri okkum, og tað gekk avbera væl.

Vit hava fyrr givið jólagávur til børnini á Barnaheiminum, men hesaferð gjørdu vit tað eitt sindur ørvísið.

Vit tosaðu við leiðsluna á Barnaheiminum um, hvat børnini ynsktu sær í jólagávu og skjótt bleiv greitt, at tey ynsktu sær eina uppliving.

Børnini á Barnaheiminum hava fyrr verið í Suðuroy á eini útferð og hetta dámdu øllum sera væl. Tí settu vit okkum í samband við Rib62, og tað gekk skjótt at stykkja eina útferð saman til tey.

Børnini á Barnaheiminum fara í summar á eina útferð út í Koltur, har undirhald og sangur verður ein partur av skránnið. Tá tey koma inn aftur á meginlandið, verður borðreitt við burgarum og pilsum, sum er stuðla av PM heilsølu. Eisini verður møguleiki hjá børnunum at fara í sauna og hitapottar.

Túrurin varar einar 7 tímar, og tað er vælumtókta fyritøkan Rib62, sum stendur fyri degnum.

Vit høvdu eisini eitt tombola í desember og ein lítlan lutaseðil í Á-handlinum í Skopun, sum eyðnaðist sera væl.

Nakað av peninginum bleiv brúkt til útferðina og restin bleiv brúkt til at keypa jólagávur til børn, hvørs foreldur eru fíggjarliga skerd og tískil ikki hava so góð ráð til jólagávur.

Eisini góvu vit nøkur gávukort til foreldruni at hesum børnum, so tey kundu keypa ein orduligan jóladøgurða og á henda hátt, kundu vit tryggja okkum, at eingin sat svangur á jólum.

Vit keyptu gávur til áleið 30 børn.

Vit fingu uml. 25.000kr inn fyri tiltakið og vit eru sera takksom fyri vælvildina frá Føroya fólki og Føroyskum fyritøkum.

Vit mugu eisini leggja afturat, at uttan vælvild frá fyritøkum ss. Kósin, Valdemar Lützen, EINFALT list, FíL, byolafsdottir, husogheim.fo, PM, PE á hálsi, Camp SkopunHagen á G!, NN-Service, BR, Klovnurin BUBU, Føroya Grótvirki, Súkluhandilin í Klaksvík, Kafé Breiðateig, A-handilin á Sandoynni og sjálvandi Rib62 hevði hetta ikki verði møguligt.

Stóra takk fyri stuðulin til tykkum øll og Harrans signað nýggjár.

Muh Muh dag 2017   Muh muh dag bliver den 10. juni 2017 i skopun. Mere info senere.  Du kan også følge med på facebook  www.facebook.com/kafemuhmuh

Muh Muh dag 2017

Muh muh dag bliver den 10. juni 2017 i skopun. Mere info senere.

Du kan også følge med på facebook www.facebook.com/kafemuhmuh

   DECEMBER  I december måned fik vi muligheden for at købe julegaver til 2 børn på børnehjemmet i Tórshavn. De 2 børn kunne ikke tage hjem til sine forældre juleaften af forskellige årsager. Derfor valgte vi at gøre dagen god for de to børn og sørge for, at de alligevel ville få en god jul.  Vi var så heldige, at BR gav os en super pris til de 4 julegaver, vi købte til de 2 børn. Som I ser, så er der også masser af slik og godterier, som vi fik til en meget fornuftig pris i Bónus og PE i Torshavn.  På daværende tidspunkt havde vi ikke et projekt kørende og vi valgte derfor at starte dette , da vi synes, at det er en god sag at støtte. Vi brugte ca. 12.000 kr. fra Kafe Muh Muh fonden, der gik til at give børnene en god jul, hvor de føler sig holdt af trods omstændighederne.  Da der er flere børn på børnehjemmet fik vi 5 gavekort fra bowlinghallen i Tórshavn. Dette betød, at alle børnene på børnehjemmet kunne komme ud at bowle sammen og hygge sig udenfor institutionen.

 

DECEMBER

I december måned fik vi muligheden for at købe julegaver til 2 børn på børnehjemmet i Tórshavn. De 2 børn kunne ikke tage hjem til sine forældre juleaften af forskellige årsager. Derfor valgte vi at gøre dagen god for de to børn og sørge for, at de alligevel ville få en god jul.

Vi var så heldige, at BR gav os en super pris til de 4 julegaver, vi købte til de 2 børn. Som I ser, så er der også masser af slik og godterier, som vi fik til en meget fornuftig pris i Bónus og PE i Torshavn.

På daværende tidspunkt havde vi ikke et projekt kørende og vi valgte derfor at starte dette , da vi synes, at det er en god sag at støtte. Vi brugte ca. 12.000 kr. fra Kafe Muh Muh fonden, der gik til at give børnene en god jul, hvor de føler sig holdt af trods omstændighederne.

Da der er flere børn på børnehjemmet fik vi 5 gavekort fra bowlinghallen i Tórshavn. Dette betød, at alle børnene på børnehjemmet kunne komme ud at bowle sammen og hygge sig udenfor institutionen.